Gekk væl hjá Vága Floghavn í 2016
Árið í fjør gjørdist eitt gott ár hjá Vága Floghavn, bæði tá tað snýr seg um ferðafólkatal, og tá tað snýr seg um rakstur. Hesi seinastu árini er ferðafólkatalið hækkað rættiliga nógv á hvørjum ári, og hóast vøksturin í fjør í prosentum ikki var eins stórur sum undanfarin ár, fóru 16.000 fólk fleiri um flogvøllin í Vágum í fjør. Í 2016 komu og fóru í alt 292.393 ferðafólk um flogvøllin samanborið við 276.285 ferðafólk í 2015. Tað er ein vøkstur uppá 5,8%
Eisini rakstrarúrslitið hjá Vága Floghavn setti met í fjør. Avlopið fyri skatt var 7,7 milliónir krónur, sum er góðar tríggjar milliónir krónur meiri enn árið fyri. Størsti parturin av úrslitinum, góðar fimm milliónir krónur, stavar tó frá Duty Free-handlinum, sum Vága Floghavn eigur helvt um helvt saman við Atlantic Airways. Verður hesin partur drigin frá, var avlopið fyri skatt í 2016 góðar 2,7 milliónir krónur samanborið við góðar 1,6 milliónir krónur í 2015. Úrslitið hevur við sær, at felagið við árslok 2016 hevði eina eginogn upp á 813 milliónir krónur og góðar 27 milliónir krónur í tøkum peningi. - Vit eru væl nøgd við gongdina. Uppgávan hjá Vága Floghavn er at knýta Føroyar nærri at útheiminum, og hóast vit hava gjørt stórar útbyggingar í seinastuni, er neyðugt við nýggjum dagføringum, so vit alla tíðina hava eina nýmótans og dagførda floghavn. Tað kann bara lata seg gera, um raksturin gevur avlop og tí fegnast vit um góða úrslitið, sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn.
Rakstrarúrslitið hjá Vága Floghavn skal síggjast í ljósinum av, at felagið í 2015 lækkaði ferðafólka–gjaldið við 12 prosentum niður í 165 krónur fyri hvønn ferðandi. Roknað eftir miðalkostnaðinum fyri ein ferðaseðil báðar vegir svarar upphæddin til umleið 5% av ferðaseðlaprísinum. Lækkingin hevði við sær eina minni inntøku uppá 1,8 milliónir krónur í 2015, og hóast talið av ferðafólkum, sum ferðast um flogvøllin í Vágum, er økt við 16,8 prosentum seinastu tvey árini, er inntøkan frá tænastugjaldinum framvegis ikki komin upp á tað, sum hon var í 2015.
Í løtuni verður arbeitt við at bøta parkeringsmøguleikarnar hjá teimum, sum brúka Vága Floghavn. Tá arbeiðið er liðugt, verða eini 800 parkeringspláss við flogvøllin, og tað skuldi nøkta tørvin eina tíð fram. Næsta stigið er at bøta umstøðurnar í viðførishøllini, og eisini verður arbeitt við at bøta um viðurskiftini hjá teimum ferðandi í samband við innskrivingina. Tá farið var undir at leingja flogvøllin í 2011, var endamálið at bøta um møguleikarnar at menna flogvinnu í Føroyum. Leingingin gjørdi tað møguligt hjá Atlantic Airways at útvega sær nýggj og størri flogfør, og tí røkkur felagið nú longri út í heim. Hinvegin hevur útbyggingin eisini havt vit sær øktan áhuga frá útlendskum feløgum fyri føroyska marknaðinum. Nú SAS er farið at flúgva upp á Føroyar, eru tvey flogfeløg í fastari rutu til og úr Føroyum. - Málið hjá okkum er at hava eina so góða og bíliga tænastu, at allir brúkarar fáa gleði av henni, samstundis sum nýggir operatørar síggja nakrar møguleikar her. Fyrstu stigini eru tikin á tí leiðini og vit vóna, at eisini aðrir síggja møguleikarnar, landi og fólki at frama, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
Í nevndini hjá Vága Floghavn sita Kitty May Ellefsen, forkvinna, Evy Jacobsen, næstforkvinna, Uni Danielsen og Jóhan í Niðristovu. Starvsfólkaumboð eru Sámal Birgir Johansen og Torstein á Steig.
Nevndin bleiv afturvald og hevur skipað seg við Kitty May Ellefsen, forkvinna og við Evy Jacobsen, sum næstforkvinnu.