26.04.2010

Gosøska í føroyskum luftrúmi

Naviair, ið umsitur føroyska luftrúmið, hevur í kvøld kl. 17:33 lokala føroyska tíð boða frá, at líkindir eru til, at miðsavnan av gosøsku við Føroyar kann økjast til eitt hægri støði (sonu 1).

Um miðsavningin verður stór nokk, kann gerast neyðugt at stongja luftrúmið yvir Vága Floghavn.

Fyribils verður nágreiniliga fylgt við. Skuldi tað komið hagartil, at tørvur verður á at stongja luftrúmið, verða nærri boð send út í NOTAM (NOtices To AirMen).