Hækkingar í nýtslugjøldum hjá Vága Floghavn kosta Atlantic Airways kr. 5 fyri hvønn ferðaseðilin í 2010
09.04.2010

Hækkingar í nýtslugjøldum hjá Vága Floghavn kosta Atlantic Airways kr. 5 fyri hvønn ferðaseðilin í 2010

Seinastu tíðina hevur verið ført fram, at broytingarnar Vága Floghavn hevur gjørt í tænastugjøldunum, er ein av høvuðsorsøkunum til hallið hjá Atlantic Airways í 2009.
Veruleikin, er at hækkingin ikki hevur virknað fyrr enn 1. januar 2010 og tískil onga ávirkan hevði á raksturin hjá Atlantic Airways í 2009. Fyri 2010 verður talan um eina hækking á kr. 5 pr. ferðaseðil, um roknað verður við 200.000 ferðandi. Hetta hevur sostatt eina samlaða ávirkan á raksturin hjá Atlantic Airways í 2010 uppá kr. 1,0 mió.

Gjaldið, sum ferðafólkini rinda fyri tænasturnar á flogvøllinum, er hækkað frá 1. november 2009 við kr. 35 pr. ferðandi úr Føroyum og við kr. 10 afturat pr. 1. januar 2010, men hevur hetta onga ávirkan á raksturin hjá Atlantic Airways.

Í sambandi við tollfríu søluna rindar Atlantic Airways eitt leigugjald. Felagið vann rættin at standa fyri tollfríu búðunum á flogvøllinum í kapping við aðrar, og hevur sjálvsagt eisini sín ágóða av handlunum. Samstundis sum tollfría sølan varð flutt í land hevur Atlantic Airways minkað um manningina umborð, eins og pláss hevur verið fyri fleiri ferðafólkum. Ein annar náttúrligur fyrimunur