ICELANDAIR Í FASTA RUTU TIL FØROYA
Íslandska flogfelagið Icelandair hevur í tíðindaskrivi í dag boðað frá, at tey frá fyrsta mai komandi ár fara undir regluliga ferðafólkaflúgving millum Keflavík og Vágar. Tey fara frá byrjan at flúgva fimm ferðir um vikuna, mánadag, mikudag, hósdag, fríggjadag og sunnudag. Fyrsta juni verður farið upp á seks ferðir um vikuna, tá eisini verður flogið leygardagar.
"Hetta eru sjálvandi stórtíðindi fyri Vága Floghavn, og eg hugsi fyri føroyingar sum heild. Vit fegnast sum vera man um, at Atlantic Airways fer undir at flúgva til New York, men flúgvingin hjá Icelandair letur upp fyri heilt øðrum møguleikum, serliga fyri innkomandi ferðslu”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.
"Icelandair flýgur til fimtan ferðamál í Norðuramerika, og við at Vága Floghavn gerst partur av rutunetinum hjá teimum verður munandi lættari hjá ferðandi úr Amerika og Kanada at leita sær hendan vegin, umframt úr so at siga øllum Europa. Eins og vit fyrr hava sæð vænta vit eisini í hesum føri, at ein nýggjur kappingarneyti á marknaðinum hevur við sær eitt heilt nýtt kundagrundarlag. Royndir okkara vísa, at nýggj flogfeløg í størstan mun byggja sína ferðslu á egin viðskiftafólk."
Icelandair fer at nýta flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina. Hesi taka 76 ferðandi og fer túrurin at taka umleið ein tíma og trý korter.
"Hetta er ógvuliga spennandi fyri menningina av føroyskari ferðavinnu, og tað er neyvan ivi um, at hetta fer at hava jaliga ávirkan á ferðslutølini hjá Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu sum heild”, sigur Regin I. Jakobsen at enda.
Icelandair flýgur sum nevnt til fimtan ferðamál í Norðuramerika, umframt millum tríati og fýrati í Europa.
Nærri upplýsingar:
Regin I. Jakobsen
stjóri
tlf. 784400