Koronafarsóttin ávirkar flogferðsluna í ólukkumát
Síðani koronafarsóttin av álvara fór at gera um seg tíðliga í mars, eru ferðafólkatølini ikki at kenna aftur, um vit samanbera við undanfarin ár. Í apríl var afturgongdin ikki minni enn 93,7% sammett við 2019, í mai nær um tað sama, 91,9%, og í juni var talan um -76,7% í mun til undanfarna ár. Í juli var afturgongdin ikki líka stór, nevniliga umleið helvtin, ella 49,6%, og merkir hetta, at afturgongdin hesar fýra mánaðirnar gjørdist ikki minni enn 74,2% samanborið við 2019.
Her er vert at leggja til merkis, at byrjanin av árinum annars var rættliga góð, tí fram til 10. mars, tá COVID-19 veruliga fór at merkjast, var talan um eina framgongd á 10,5%, so útlitini vóru til enn eitt gott ár. Flestu høvdu eisini væntað, at talan aftur fór at verða um metár. Tað ber kanska til at siga, at talan verður um met, men ikki av jaliga slagnum.
“Útlitini fyri flogferðslu komandi tíðina eru ógvuliga óviss, tí hóttanin av COVID-19 farsóttini avgjørt ikki er av enn. Hetta sæst eitt nú aftur her hjá okkum, tí Atlantic Airways orsakað av ásetingum hjá íslendskum myndugleikum fyribils gevst at flúgva til Íslands frá 21. august. Vit kunnu bara staðfesta, hvussu viðbrekin ferðavinnan í veruleikanum er, tá umstøðurnar hátta sær soleiðis”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri. “Nú háárstíðin fyri ferðslu her hjá okkum er um at fara afturum á hesum sinni verður áhugavert at fylgja við, hvussu gongdin í smittuni verður út á heystið og í vetur, bæði her heima hjá okkum, men sanniliga eisini í grannalondum okkara – tað verður avgerandi fyri, hvussu flogferðslan fer at hilnast”.
Gongdin sæst sum vera man eisini aftur í tjóðskapartølunum hjá teimum ferðandi soleiðis at skilja, at lutfalsliga færri av ferðafólkunum eru búsitandi uttanlands, um vit samanbera við sama tíðarskeið í fjør.
Merkisvert var tó, at vit í juli fyri fyrstu ferð sóu, at ein ávísur tjóðskapur var betri umboðaður í hagtølunum enn føroyingar. Talan var nevniliga um, danir komu higar at vitja í so stórum tali, at teir vóru fleiri enn føroyingarnir.
Nærri upplýsingar:
Regin I. Jakobsen
stjóri
Tlf. 784400