27.09.2010

Kunnleiki til føroysk viðurskifti og til floghavnir neyðug

Tað er væl skiljandi at ráðgevaravinnan hevur tað trupult nú byggivirksemið er minkað og tá ið fleiri stórar ráðgevarauppgávur, her á landi, eru nógv merktar av útlendskari ráðgeving.

P/F Vága Floghavn hevur álit á, at føroyskir ráðgevar kunnu fáa ein týðandi leiklut í sambandi við projekteringina av útbyggingini av farstøðini og tænastubygningunum á Vága Floghavn.

Sum tíðindini hava verið, kann ein fáa ta fatan, at Vága Floghavn ikki hevur hevur tikið atlit til hesi viðurskifti, nú biðið er um, at feløg kunnu undangóðkenna seg til at projektera útbyggingina.

Fyri at útbyggingin av Vága Floghavn skal gerast væleydnað, er tað ein sjálvsagdur lutur, at ráðgevarnir mugu hava kunnleika til føroysk viðurskifti, eins og tað eisini er ein sjálvsagdur lutur, at teir mugu hava kunnleika til floghavnir. Tí eru tað júst hesi bæði viðurskifti, ið ráðgevarnir skulu geva upplýsingar um. Afturat hesum skulu ráðgevarnir hava eina álítandi góðskutryggingarskipan og vera fíggjarliga álítandi og tryggir.

Vága Floghavn vil fegin undirstrika týdningin av kunnleika til føroysk viðurskifti, og hevur tí gjørt eina dagføring til undangóðkenningartilfarið, har kravið um kunnleika til føroysk viðurskifti verður útgreinað.

Men sum við so mongum stórum byggjaríum, er neyðugt við samstarvi millum fleiri ráðgevar við servitan á hvør sínum øki, fyri at kunna veita ta tænastuna sum Vága Floghavn eftirspyr. Aðra staðni hevur ein sæð hvussu ráðgevarafyritøkurnar hava tikið seg saman í størri fyritøkur, ið kunnu veita serráðgeving innan fleiri øki. Føroysku fyritøkurnar eru lutfalsliga smáar, men hava við sínum kunnleika til føroysk viðurskifti eina serliga støðu, sum er til teirra fyrimun, eins og tær hava royndir í at samstarva.

Tað er tí við treysti til, at føroysku ráðgevarafyritøkurnar kunnu leita sær samstarv við fyritøkur við neyðugu servitanini um floghavnir og harvið gera seg galdandi, at Vága Floghavn hevur bjóðað til undangóðkenning.