18.09.2008

Ongin kann fáa framíhjárætt til tollfría sølu á flogvøllinum

Vága Floghavn skal bæði halda kappingarlógina og tryggja, at fyritøkan fær best møguliga fíggjarliga úrtøku av komandi tollfría handlinum í floghavnini. Tí ber ikki til at lata Atlantsflogi sersømdir fram um onnur

P/F Vága Floghavn
Tíðindaskriv
17. septembur 2008

Hóast ætlaði handilin við tollfríum vørum í Vága Floghavn er boðin út í frítt útboð fyri viku síðani, heldur leiðslan í Atlantsflogi, at flogfelagið skal hava framíhjárætt til komandi tollfríu søluna á flogvøllinum

- Vága Floghavn er eitt partafelag, sum fyrst og fremst skal syrgja fyri at tryggja sær best møguligu fíggjarligu úrtøkuna av komandi tollfría handlinum í floghavnini. Tí gera vit ikki nakra seravtalu við Atlantsflog, sum møguliga gevur okkum eina verri fíggjarliga úrtøku, sigur Jóhannus Egholm Hansen, næstformaður í nevndini fyri P/F Vága Floghavn.

Tað er óhóskandi, at leiðslan í Atlantsflogi yvirhøvur nevnir møguleikan, at Atlantsflog skal hava framíhjárætt til tollfríu søluna á flogvøllinum í Vágum.

- Vit virka á einum marknaði við kapping, og tíðin er farin frá at gera seravtalur og geva ávísum fólkum ella fyritøkum framíhjárætt ella sersømdir. Atlantsflog er longu frammanundan í kapping um tollfría sølu við tollfríar sølubúðir í øllum floghavnum, sum Atlantsflog flýgur til. Tí kann hetta ikki vera ein nýggj støða fyri flogfelagið, sigur Jóhannus Egholm Hansen.

Næstformaðurin vísir harumframt á, at P/F Vága Floghavn leggur stóran dent á at halda seg til kappingarlógina, og at sersømdir tí ikki kunnu koma upp á tal.

- Um Atlantsflog vil tryggja sær tollfríu søluna í floghavnini, er flogfelagið eins og øll onnur vælkomið at vera við í almenna útboðnum. Tað snýr seg um at lata inn eitt boð, ið er betur fyri P/F Vága Floghavn og fyri tey ferðandi, enn tað, sum onnur bjóða, sigur næstformaðurin.

- Tað er óhóskandi av leiðsluni í Atlantsflogi at brúka fjølmiðlarnar til at skapa øsing og at hótta við hægri ferðaseðlaprísum, um Atlantsflog ikki fær tollfríu søluna í Vága Floghavn. Heimurin er broyttur og tað ber ikki longur til at krevja sersømdir, sigur Jóhannus Egholm Hansen.

Vert er at leggja til merkis, at í sama tíðarskeiði, har Atlantsflog hevur haft stór avlop, hevur Vága Floghavn verið rikin við munandi halli, ið hevur verið goldið yvir donsku og seinni føroysku fíggjarlógini og harvið av skattgjaldarunum.

P/F Vága Floghavn yvirtók í juli í ár flogvallarvirksemið frá Vinnumálaráðnum. Nevnd felagsins hevur staðfest, at ein av orsøkunum til, at yvirtikna virksemið hevur haft hall, er, at nýtslugjøldini hjá eitt nú Atlantsflogið fyri at nýta flogvøllin eru munandi lægri, enn veruligu útreiðslurnar til at reka flogvøllin eru. Nýtslugjøldini eru eisini munandi lægri enn tað, nýtslugjøldini eru í hinum floghavnunum, sum Atlantsflog flýgir til uttanlands. Tí er tað uppgáva hjá P/F Vága Floghavn at tryggja sær neyðugu inntøkurnar til at fáa raksturin at javnviga og at fáa pening tøkan til neyðugu íløgurnar í eina nútímans floghavn.

Viðmerkingar til hetta tíðindaskriv eru at fáa frá Jóhannusi Egholm Hansen, næstformanni í nevndini í P/F Vága Floghavn, á tel. +45 3093 1842.