P-økið við farstøðina
Umskipan av parkeringsøkinum komin væl áleiðis
Arbeiðið við at umskipa parkeringsøkið við farstøðina í Vága Floghavn hevur gingið væl. Bumskipanin er sett upp, og tekniska útgerðin verður royndarkoyrd í hesum døgum.
Kantsteinar, avmarkingar og asfaltarbeiðið verður liðugt 24. juli 2009 og samlaða arbeiðið verður væntandi liðugt 21. august 2009. Bumskipanin verður væntandi tikin í brúk fyrst í septembur.
Í viku 30 verður ferðslan umløgd, so omankoyringin verður vestanfyri verandi parkeringsøki, sneitt verður til høgru og koyrt fram við farstøðini til innkoyringina í útsynningshorninum til nýggja parkeringsøkið.
Verandi skipan við gjaldi á staðnum verður nýtt til bumskipanin verður tikin í brúk fyrst í septembur í ár.
Vága Vaktarhald, sum vegna Vága Floghavn rekur parkeringsøkið í dag, verður til hjálpar á staðnum meðan arbeitt verður og meðan nýggja gjaldsskipanin verður tikin í nýtslu.
Myndir av umskipan av P-øki
Sjá eisini skitsu av nýggja P-økinum (151 KB)