26.02.2010

Parkeringaransarar við Vága Floghavn

Í longri tíð hava atkomuviðurskiftini til farstøðina hjá Vága Floghavn til tíðir verið trupul.  Hetta orsakað av, at bilar javnan hava verið settir uttanfyri básarnar ætlaðir til parkering.  Serliga hevur verið trupult hjá bussum at sleppa fram at, við og eftir ferðafólki.

Í samráði við løgregluna hevur P/F Vága Floghavn sett sær fyri, at fáa skipað hesi viðurskifti betur.  Í hesum sambandi varð nýggj bummskipan tikin í nýtslu í langtíðar­parkeringini í heyst.

Næsti liður í átakinum fer av bakkastokki mánadagin 1. mars 2010.  Tá verður skipan við parkeringaransarum sett í verk við Vága Floghavn.  Hetta merkir, at frá hesum degi verða bøtur skrivaðar fyri óregluliga parkering á økinum omanfyri farstøðina hjá Vága Floghavn.  Parkeringaransararnir eru eisini til reiðar at vegleiða viðskiftafólki um rætta parkering.

Í básunum settir av til stutttíðarparkering ber til at seta bilin í 30 minuttir.  Hetta er sjálvandi ókeypis.  Somuleiðis er ókeypis at parkera í langtíðarparkeringini í upp til 1 tíma, t.e. innanfyri bummarnar.  Fyri hvønn tíma eftir hetta er kostnaðurin 20 kr, tó í mesta lagi 50 kr fyri hvønn dagin.  Goldið verður fyri parkering antin við gjaldskorti ella myntum í automatini í farstøðini.