Regin I. Jakobsen, nýggjur stjóri í Vága Floghavn
Regin er 53 ára gamal og Cand.Merc.aud. frá Handilsháskúlanum í Aarhus. Hann kemur úr einum starvi sum stjóri í Búnaðargrunninum, har hann hevur starvast seinastu góðu fimm árini.
Áðrenn hetta var hann fyribilsstjóri hjá Strandferðsluni í nakrar mánaðir. Frá 2008 til 2013 var Regin fíggjarleiðari hjá Vága Floghavn, so tað ber til at siga, at hann nú kemur aftur á kendar leiðir. Umframt hetta hevur hann aðrar viðkomandi royndir.
Umframt fakligu førleikarnar, hevur hann ógvuliga viðkomandi royndir, sum vit ikki ivast í fara at koma Vága Floghavn til gagns, sigur nevndin.
Saman við nevndini og starvsfólkunum hjá Vága Floghavn skal hann vera við til at tryggja góðu gongdina og fyrireika flogvøllin til framhaldandi vøkstur, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Vága Floghavn.
Hetta er ein dreymaavbjóðing fyri meg, sigur nýggi stjórin og hann fer at gera sítt ítarsta fyri brynja Vága Floghavn til framtíðar avbjóðingar.
Hann tekur við starvinum tann 1.desember.