Sjáldsamt flogfar í Vágum
04.08.2009

Sjáldsamt flogfar í Vágum

Javnan kemur fyri, at heldur sjáldsom flogfør seta seg í Vágum.

Hesa ferð var talan um nýggjari, men tó rættiliga sjáldsamt flogfar. Flogfarið er av slagnum Stemme S10, bygt í Týsklandi, haðani tað eisini kom, tó via Wick í Skotlandi. Tað er eitt sonevnt motor-sveimari ? ?glider?, ið hevur motor at fara á flog við og flúgva við. Tó er flogfarið bygt sum sveimari og kann tí sløkkja motorin og sveima í luftini og eisini seta seg uttan at brúka motorin.

Flogfarið er 8,42m til longdar, 1,18m til breiddar og 1,80m til hæddar. Skrúan/propellin er 1,63m í diametur. Flogfarið hevur eina eginvekt uppá 660kg og kann lætta við eini samlaðari vekt (flogfar, brennievni, fólk v.m.) uppá í mesta lagi 850kg.

Mest sermerkta við flogfarinum er helst veingjaspennið, ið er heilar 23,00m. Til samanlíkningar kann nevnast, at veingjaspennið á flogførunum hjá Atlantsflog (BAe-146) eru góðar 26m. Stemme S10 flogfarið tekur tó einans 2 fólk!

Eisini er vert at leggja til merkis sólpanelini, ið løða battaríini til navigatiónsútgerðina, tá motorurin er sløktur.