SMYRIL 2022 – Stór venjing hjá Vága Floghavn
20.09.2022

SMYRIL 2022 – Stór venjing hjá Vága Floghavn

Meira enn 350 luttakarar frá 18 ymiskum myndugleikum, feløgum og felagsskapum vóru seinnapartin í dag við í eini umfatandi tilbúgvingarvenjing, sum varð hildin í Vága Floghavn, tá alarmurin fór í gongd kl. 17:31.

Endamál

Endamálið við venjingini var at royna tilbúgvingina hjá Vága Floghavn, løgregluni, sjúkraflutningstænastuni og hjá øllum øðrum pørtum, sum eru knýttir at tilbúgvingini fyri flogvøllin, fyri á tann hátt at staðfesta, hvussu allar uppgávur í eini stórari vanlukku verða loystar.

Fyrireikingar

Ein stýrisbólkur og ein arbeiðsbólkur við limum frá Vága Floghavn, løgregluni og sjúkraflutningstænastuni hava í umleið eitt ár fyrireikað venjingina. Hóast dagurin fyri venjingina varð ásettur fyri einum ári síðani, so hava bert fá fólk havt kunnleika til innihaldið í venjingini, og er hetta fyri at gera hana so veruleikakenda sum til ber, fyri allar luttakandi partar.

Innihaldið í venjingini

Í stuttum var innihaldið í sjálvari venjingini, at eitt flogfar við 122 fólkum umborð í sambandi við fráferð misti flogið og endaði partvíst á landi og partvíst á sjónum við Bíggjarvegin í Sørvági. Venjingin fevndi bæði um skaðastaðsleiðslu og kreppuleiðslu hjá Vága Floghavn, løgregluni, Atlantic Airways og hjá torninum á flogvøllinum. Á skaðastaðnum fevndi venjingin um eldsløkking, bráðfeingis skaðaviðgerð, sjúkraflutning, leiting eftir fólkum á sjógvi og landi við fólki, bátum og tyrlum, skráseting av fólkum, umframt fyribyrging av dálking frá eini slíkari vanlukku, og fleiri aðrar størri og smærri avbjóðingar. Eisini var vant í at lata flogvøllin aftur fyri flogferðslu, fyribils at leiða flogferðslu til aðrar flogvallir, og at enda at lata flogvøllin uppaftur fyri vanligari ferðslu.

Til samans vóru luttakarar frá 18 ymiskum myndugleikum, feløgum og felagsskapum við í venjingini. Samanlagt vóru umleið 350 fólk við í venjingini, harav uml. 60 statistar, uml. 150 sløkkiliðs- og bjargingarfólk og so eini 60-80 onnur starvsfólk.

Luttakandi partarnir í venjingini vóru

  • Vága Floghavn
  • Naviair í torninum
  • Atlantic Airways
  • Tyrlutænastan
  • Løgreglan
  • MRCC
  • “Brimil”
  • “Vædderen”
  • Sjúkraflutningstænastan
  • Sørvágs kommuna
  • Sørvágs Sløkkilið
  • Vága Sløkkilið
  • Vestmanna Sløkkilið
  • Kvívíkar Sløkkilið
  • Vága Bjargingarfelag
  • Arktisk Kommandi við sjóverjutyrlu
  • Hjálparfólk Eiðis Bjargingarfelag
  • Zarepta

Tvørfaklig samskiftisskipan brúkt í venjingini

Venjingin varð eisini nýtt sum høvi at royna samskiftisskipanina KIMA, sum m.a. løgreglan og Sjúkraflutnings­tænastan nýta. Hetta er ein skipan, sum er ment av Føroya Tele í samstarvi við Ericsson. Skipanin er ikki enn í nýtslu hjá so nógvum sløkkiliðum, undantikið tó Tórshavnar Sløkkilið, sum hevur brúkt skipanina í eina tíð.

Skipanin vísti seg at virka væl til tvørfakliga samstarvið millum luttakandi eindirnar í venjingini. Møguleikarnir at stroyma myndir beinleiðis frá einum skaðastað við nýggju skipanini eru eitt stórt framstig fyri øll, sum hava uppgávur í sambandi við álvarsligar vanlukkur.

Føroyskir og útlendskir eygleiðarar

Fleiri føroyskir og danskir eygleiðarar fylgdu venjingini, og ein nágreinilig eftirmetingarfrágreiðing verður liðug í november. Men longu eftir venjingina í kvøld hava ymsu partarnir havt eina skjóta og stutta samanumtøku har staðfestast kann, at fleiri uppgávur vóru loystar júst sum ætlað og væntað, meðan tað eisini eru nakrar uppgávur, har tað er neyðugt at hyggja nærri at, hvussu tey viðurskiftini kunnu betrast.

Takksom hjá Vága Floghavn

Vit hjá Vága Floghavn eru sera takksom fyri stóru hjálpina vit hava fingið frá øllum luttakarunum, og ikki minst frá statistunum, sum dugdu at gera venjingina sera veruleikakenda og avbjóðandi fyri tilbúgvingarfólkini á skaðastaðnum.

Eisini vil Vága Floghavn takka Kringvarpi Føroya og Landsverki fyri hjálp í sambandi við venjingina.

Regin I. Jakobsen, stjóri
tlf. 784400