Standpláss 6 verður nú gjørt
Bøtt verður um umstøðurnar til flogfør á flogvøllinum
- Standpláss 6 verður nú gjørt
Vaksandi ferðsla um Vága Floghavn setur krøv til umstøðurnar á flogvøllinum í Vágum. Sum er eru fimm parkeringspláss til flogfør, so nevnd standpláss, tøk hjá Vága Floghavn. Tey eru ymisk í stødd, og einans trý teirra eru egnað til tey flogfør, sum dagliga eru gestir í floghavnini. Tørvur er tí á at byggja út á hesum øki.
"Nú ferðafólkatalið aftur er farið at líkjast tí vit vóru vorðin von við undan farsóttini, og talið á komum og fráferðum samstundis er komið upp aftur á sama stig sum tá sæst týðiliga, at talið á standplássum ikki er nøktandi", sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, í viðmerking og heldur fram: “ikki minst tá veðrið er ólagaligt gerst hetta ein veruligur trupulleiki, ein trupulleiki, sum neyðugur er at loysa”.
J&K Petersen og Vága Floghavn skrivaðu í gjár undir sáttmála um gerð av einum standplássi afturat. Talan er um alt viðkomandi arbeiði í hesum sambandi, bæði lendisarbeiði og neyðugar innleggingar. Allar fyrireikingar eru fingnar frá hondini og farið verður undir arbeiðið so skjótt øll neyðug loyvi eru fingin til vega.
"Tørvur hevur verið á einum standplássi afturat í eina tíð, og hann verður bara framskundaður av, at enn størri flogfør um stutta tíð fara at nýta flogvøllin.”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn. "Talan er sjálvandi um farmaflogfarið hjá FarCargo, sum er væl størri enn tey vit annars síggja her um dagarnar. Ikki tí, hetta standplássið fer ikki einans at verða nýtt til hetta flogfarið. Tað fer at verða nýtt til alla vanliga ferðslu.
Á myndini síggjast Sigtór A. Petersen, stjóri hjá J&K Petersen og Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn.
Nærri upplýsingar:
Regin I. Jakobsen
stjóri
tlf. 784400