Størsta “avgjaldið” fer til Atlantic Airways
Vága Floghavn er samd við Atlantic Airways. Høgir ferðaseðlaprísir tálma hugin hjá fólki at ferðast. Høg nýtslugjøld eru tí ikki ynskilig.
Dimmalætting bar í gjár tíðindi um, at Vága Floghavn setir met í avgjøldum. Upplýsingarnar í tíðindaflutninginum eru mangulfullar, og tí hevur Vága Floghavn hesar viðmerkingar.
Lítið gjøgnumskygni
Fakta er, at ferðaseðlakostnaðurin er merktur av manglandi gjøgnumskygni. Sum brúkari fært tú ikki nágreiniliga at vita, hvat ið er ferðakostnaður, hvat ið er avgjald, og hvat er nýtslugjald.
Her niðanfyri er myndin, ið brúkarin manglar:
Tá tú keypir ein flogferðaseðil úr Vágum til Keypmannahavnar og heimaftur, rindar tú ein ávísan kostnað fyri ferðaseðilin. Uppi í samlaða ferðaseðlakostnaðinum eru 1.016 kr., sum verða nevnd “avgjøld”.
Ferðaavgjald til landskassan | 120 kr. |
Nýtslugjald til Vága Floghavn | 185 kr. |
Nýtslugjald til Kastrup Lufthavn | 151 kr. |
Eykagjald til Atlantic fyri oljukostnað | 560 kr. |
Avgjøld/nýtslugjøld | |
Samansetingin vísir, at nýtslugjaldið til Vága Floghavn er 185 kr. Hetta nýtslugjald varð hækkað í 2009 frá 130 kr. (yvir 3 ár). Ongar ætlanir eru um aðrar hækkingar í løtuni.
Av teimum samlaðu 1.016 kr. í avgjaldi tekur Atlantic Airways 560 kr. í oljuavgjaldi. Hetta er eitt rakstraravgjald sum frá byrjan varð roknað at byrgja upp fyri høgum oljuprísum. Til samanberingar kann nevnast at Norwegian tekur 200 kr. fyri ein túr úr Keypmannahavn til Tenerifa og aftur.
Eitt náttúrligt nýtslugjald
Vága Floghavn tekur 34 krónur meira frá hvørjum ferðandi enn Kastrup Lufthavn. Tað er ikki annað enn náttúrligt.
Í fjør nýttu umleið 200.000 ferðandi Vága Floghavn, meðan meira enn 21,5 milliónir ferðandi fóru umvegis Kastrup Lufthavn í 2010. Meira enn hundrað ferðir so mong bera sostatt kostnaðin av at reka donsku meginfloghavnina í mun til okkara.
Vónandi geva hesar viðmerkingar brúkarum eitt ávíst gjøgnumskygni í kostnaðin á flogferðaseðlum á Føroyaleiðini.
Vága Floghavn