Stormskaðar í floghavnini
Í hvirlunum var vindurin upp í 49 m/s
Nógvur vindur var fyrrapartin.
Kl. 09.50 kom ein sera hørð hvirla, ið gjørdi nakað av materiellum skaða. Hvirlan var máld til 49 m/s. Starvsfólk, ið vóru við at gera flogfør klár, vóru somuleiðis tikin av fótum, meðan onnur máttu neyðhalda sær.
Ein arbeiðsbilur, ið stóð inni á flogvøllinum, var tikin av vindinum og endaði á liðini. Eitt vindeyga í einari skrivstovu í farmahøllini fór inn í heilum líki og gjørdi naka av materiellem skaða á skrivstovuni. Onki fólk var inni, tá hetta hendi.
Í bilhúsinum, har størri bilar og kavaruddingaramboð verða goymd, blivu tey stóru portrini trýst nakað inn og fleiri rútar knústust somuleiðis. Portrini eru annars gjørd at klára 60 m/s.
Í torninum leikaði so hart á, at vakthavandi ikki veit um slíkt at siga. Umhugsa varð tí at ríma úr torninum, tá tað ikki var mett nóg trygt at vera har. Tvey flogfør stóðu á forplássinum. Hóast nógv stóð á, so kláraðu tey vindin.