20.01.2009

Tollfríar sølubúðir latnar upp í Vága Floghavn

2 nýggjar sølubúðir til tollfría sølu eru í dag latnar upp í floghavnini

Kl. 10 í morgun var samkoma í Vága Floghavn fyri innbodnum í samband við upplating av 2 nýggjum sølubúðum til tollfríar vørur.

Vága Floghavn bjóðaði í oktobur í fjør raksturin av sølubúðunum út millum innboðin feløg. Avgjørt varð at lata Atlantsflogi raksturin av hesum sølubúðum. Síðani tá hava floghavnin og Atlantsflog arbeitt við at gera hesar sølubúðir klárar.

Ì dag, 20. januar 2009, var løtan so komin, har hurðarnar vóru latnar upp. Á samkomuni søgdu Christian Andreasen og Magni Arge, nevndarformaður og stjóri í Atlantsflog, Johan Dahl, vinnumálaráharri og Dávur R. Hansen, forstjóri í Vága Floghavn nøkur orð.

Tollfríu sølubúðirnar, onnur í komuhøllini og hin í fráfaringarhøllini, verða opnar í samband við alla altjóða ferðslu til og úr Vága Floghavn.