20.10.2016

TVEY NÝGGJ TRYGDAR-/SLØKKILIÐSSTARVSFÓLK Á VÁGA FLOGHAVN

Vága Floghavn lýsti fyrr í ár eftir nýggjum trygdar-/sløkkiliðsstarvsfólkum til flogvøllin.

Vága Floghavn fegnast um, at tað var stórur áhugið fyri slíkum starvið, og felagið fekk heilar 63 umsóknir til starvið. Umsóknirnar vóru sera fjølbroyttar, og umsøkjarar við nógvum ymiskum sløgum av førleikum sendu flogvøllinum umsókn.

Eftir viðgerð av umsóknunum, hevur Vága Floghavn avgjørt at seta Bjarna Niclasen í Sørvági, og Meinhard Winther í Tórshavn í starv.

Bjarni Niclasen er 35 ára gamal og er búsitandi í Sørvági. Hann er giftur við Annika Niclasen úr Bø, og tey hava 1 barn.

Bjarni hevur fleiri ára royndir frá flogvinnu, har hann hevur starvast við eitt nú handling og Search & Rescue tilbúgvingini hjá Atlantic Airways. Bjarni hevur eisini í fleiri ár verið partur av Sørvágs Sløkkiliði sum sjálvboðin sløkkiliðsmaður. Bjarni byrjar hjá Vága Floghavn 1. december 2016.

Meinhard Winther er 26 ára gamal. Hann er ættaður úr Sandoynni, men hevur búð í Tórshavn seinastu mongu árini. Hann er trúlovaður Stefaniu Láberg úr Skopun, og tey hava 1 barn.

Meinhard er útbúgvin bilsmiður og hevur fleiri ára royndir í hesum yrkinum. Seinastu 3 árini hevur Meinhard silgt í frálandavinnu hjá føroyskum og norskum frálandavinnufeløgum, og hevur nógvar royndir haðani innan eitt nú trygdararbeiði og sjóbjargingararbeiði. Meinhard byrjar hjá Vága Floghavn 7. november 2016.