Umskipan av parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn
19.06.2009

Umskipan av parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn

Broytingar verða nú gjørdar av parkeringsviðurskiftunum við farstøðina

Til tess at skipa ferðsluna og parkeringina við farstøðina betur verður nú farið undir at umskipa parkeringsøkið við flogvøllin. Viðurskiftini hjá bussum, hýruvognum og privatbilum hava verið heldur tronglig eins og tað ikki hevur verið so greitt hvar bilar kundu setast í longri tíð. Bøtt verður nú um hetta.

Økið frammanfyri farstøðina verður sett av til bussar, hýruvognar, til av- og áskipan frá privatbilum og til parkering styttri enn 30 minuttir.

Restin av parkeringsøkinum verður innigirt við bummum fyri inn- og útkoyringarnar. Har kunnu bilar parkerast í styttri og longri tíð. Ókeypis er at parkera í upp til ein tíma. Síðani verður goldið alt eftir, hvussu leingi bilurin stendur. Gjalding kemur at fara fram við eina gjaldstøð við eystasta durin í farstøðini.

Arbeiðið byrjar mánadagin 22. juni 2009 og verður framt av J&K Petersen Contractors. Tær komandi 5 vikurnar, meðan arbeiðið verður gjørt, verður ferðslan og parkeringin lagað eftir arbeiðsgongdini.

Nakrir ampar kunnu væntast av arbeiðinum. Biðið verður við hesum um hjálp, tolsemi og liðiligheit frá arbeiðsfólki og ferðandi so amparnir gerast so smáir sum gjørligt.

Vága Vaktarhald tekur sær av at vegleiða teimum ferðandi, eins og kunning verður at finna á www.floghavn.fo meðan arbeiðið fer fram.

Kort yvir ferðslu- og parkeringsviðurskifti við Vága Floghavn.(151 KB).