06.05.2012
Undangóðkenning av arbeiðstakarum
Vága Floghavn bjóðaði tann 01.05.2012 áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at bjóða uppá høvuðsarbeiðstøku í sambandi við gerð av nýggjari farstøð, tænastubygningi og tilhoyrandi anleggi.
Inn komu 5 umsóknir og Vága Floghavn hevur undangóðkent allar áhugaðu fyritøkurnar sum eru:
- Articon
- Búsetur
- J&K Petersen
- E. Phil & Søn Føroyar
- TG Verk
Licitatión verður 27.07.2012 og arbeiðið byrjar væntandi eftir summarfrítíðina í seinnu helvt av august.
Miðað verður ímóti at arbeiðið verður liðugt um árskifti 2013-2014.