Útbjóðing: Rakstur av matstovum í Vága Floghavn
06.12.2019

Útbjóðing: Rakstur av matstovum í Vága Floghavn

Raksturin av virksemi við matsølu í Vága Floghavn verður við hesum alment boðin út. Eisini fevnir útboðið um sølu av kioskvørum í teimum eindum sum eru avsettar til endamálið.

Sáttmálaskeiðið skal ætlandi byrja 1. apríl 2020.

Sáttmálaskeiðið gongur út eftir fimm árum, at rokna frá einum mánaði áðrenn matsølan letur upp. Møguleiki verður fyri at leingja sáttmálaskeiðið við einum ári afturat, um semja er um hetta partanna millum.

Útboðið fevnir um

Útboðið fevnir um rættin til rakstur av matsølu frá tveimum matstøðum í farstøðini hjá Vága Floghavn, annað á landside og hitt á airside.

Tey, ið bjóða uppá rakstur av matsølu í Vága Floghavn, skulu sum partur av sáttmálanum leiga tey økir/hølir, sum P/F Vága Floghavn veitir til endamálið, og øll matsøla og tað, sum er fevnt av sáttmálanum skal fara fram frá teimum ávístu økjum/hølum.

Vága Floghavn hevur ávís køli- og goymsluhølir til endamálið, og veitir eisini ein part av útgerðini.

Matsølubúðirnar í Vága Floghavn skulu hava opið fyri sølu hvønn dag í vikuni í minsta lagi frá kl. 07:00 til 21:00, og annars í sambandi við alla regluliga altjóða flúgving um Vága Floghavn, bæði við flogførum og tyrlum.

Hvør kann bjóða

Einstaklingar, feløg, samtøk ella aðrir juridiskir persónar kunnu lata inn tilboð. Um fleiri partar bjóða í felag (samtak) skal klárt verða tilskilað hvønn av samtakspørtunum P/F Vága Floghavn kann føra møguligar samráðingar við.

Freist at lata inn tilboð

Boð, ið skulu verða galdandi í 90 dagar eftir at freistin fyri at lata inn tilboð er úti, skulu verða P/F Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 27. desember 2019 kl 12.00

P/F Vága Floghavn
Skrivstovan
Flogvøllurin
FO-380  Sørvágur

Att.: Regin I. Jakobsen

Boð skulu latast inn í fýra skrivligum eintøkum, umframt einum eintaki á geyma, ella sent sum pdf.

Upplating av tilboðum

Tilboð, sum eru móttikin rættstundis, verða latin upp beint eftir at tilboðsfreistin er úti. Høvi verður ikki hjá einstøku tilboðsgevarunum at vera til staðar, tá ið tilboðini verða latin upp.

Øll innlatin og upplatin tilboð verða viðgjørd í trúnaði.

Metingin av innkomnum tilboðum verður framd í tveimum umførum; útveljingarumfarið, har mett verður um førleikar tilboðsgevarans, og tillutingarumfarið, har ítøkilig meting verður framd einans av tilboðum teirra, sum eru mettir at hava neyðugu førleikarnar at reka útbjóðaða virksemið.

Tíðarætlan fyri útboðið

12. desember 2019: Freist at seta fram skrivligar spurningar

27. desember 2019 kl 12.00: Seinasta freist at lata inn tilboð

Vika 3: Ætlandi fráboðan um val av tilboðsgevara

Vika 5: Ætlandi undirskriving av sáttmála

1. Apríl 2020: Sáttmálin kemur ætlandi í gildi og rakstur byrjar.

Nærri fæst at vita

Spurningar um útboðið og um útboðstilfarið kunnu vendast til Regin I. Jakobsen, stjóra í P/F Vága Floghavn, á teldupostadressu rij@fae.fo ella á telefon +298 784400.