Útbygging av Farstøðini – Undangóðkenning
08.10.2024

Útbygging av Farstøðini – Undangóðkenning

Í sambandi við økta virksemið og økta talið av ferðafólki umvegis Vága Floghavn (FAE) og sum liður í
samlaðu heildarætlanini fyri FAE, verður boðið til undangóðkenning til verkætlanarkapping fyri
sniðgeving og heildarráðgeving av út- og umbygging av farstøðini.

Útboðið verður gjørt sum avmarkað útboð, har 3-5 undangóðkendir luttakarar verða bodnir at koma við tilboði.

Uppgávan umfatar heildarráðgeving í sambandi við gerð av skipanaruppskoti, verkætlanaruppskoti,forprosjekti, høvuðsprosjekti, útboði í høvuðsarbeiðstøku, umframt uppfylging og eftirlit í sambandi við útinnan. Uppgávan umfatar eisini tilhoyrandi útiøki á bæði almennu økjunum (landside) og á standplássum og øðrum økjum innanfyri flogvallargirðingina (airside).

Nærri kunning og treytir í sambandi við undangóðkenningina síggjast í serstøkum skrivi frá RÁÐ, ráðgevandi verkfrøðingum.

Fyri luttakarar, sum bjóða í samtaki, skal serstøk samtaksváttan útfyllast.

Freistin at senda umsókn um undangóðkenning er tann 30. oktober 2024.

Spurningar í sambandi við undangóðkenningina skulu sendast til RÁÐ, Mikkel H. Frandsen, mhf@rad.fo

Spurningar í sambandi við útbyggingarætlanirnar hjá Vága Floghavn kunnu stílast til Regin I. Jakobsen, stjóra, rij@fae.fo