Vága Floghavn 3,9 milliónir í avlopi fyri 2023
- samanborið við 8,8 mió.kr. undanfarna árið
Við teimum 431.079 ferðandi, sum fóru um Vága Floghavn í 2023, varð metið frá 2019 tikið. Ferðslan er tí komin upp á aftur stigið frá undan farsóttini, sum avgjørt er at fegnast um, tí so væl hevur ikki gingið nógva aðrastaðni í okkara grannalondum, verri enn so.
Hækkandi ferðafólkatalið hevur sjálvandi sera stóra ávirkan á inntøkur felagsins, sum, eftir umstøðunum, mugu metast nøktandi. Um búskaparligu gongdina í árinum ber annars til at siga, at hóast vaksandi inntøkur er bruttoúrslitið lítið broytt. Í 2022 var tað 47.863 t.kr., men er minkað eitt vet í 2023, niður í 46.266 t.kr. Høvuðsorsøkin til hetta er, at neyðugt hevur verið at laga bæði starvsfólkahópin og raksturin annars til komandi vøkstur og tær íløgur, sum standa fyri framman. Starvsfólkakostnaðirnir hækkaðu úr 28.832 t.kr. upp í 31.706 t.kr. og rakstrarkostnaðirnir fóru úr 19.474 t.kr. upp í 26.088 t.kr. Avskrivingarnar vóru heldur lægri enn undanfarna ár. Tær fóru nevniliga úr 17.882 t.kr. niður í 16.751 t.kr. Avlopið á 3,9 mió.kr. fyri 2023 er væl minni enn tær 8,8 mió.kr. í 2022, men kortini ikki so galið eftir umstøðunum.
Við stóra tørvinum á íløgum í huga er eyðsæð, at Vága Floghavn hevur fyri neyðini at hava støðug nøktandi úrslit, tí annars er møguleiki neyvan fyri alla tíðina at arbeiða við neyðugum tillagingum, soleiðis at umstøðurnar á flogvøllinum, í farstøðini og tænastubygningunum nøkta tørvin hjá brúkarunum. Vága Floghavn hevur longu sum er fleiri verkætlanir í gongd fyri at bøta um, og aðrar eru á veg. Útbygda viðførismóttøkan er nú tikin í nýtslu og komið er væl áleiðis við at víðka um parkeringsøkið og umstøðurnar til at byggja hangarar á. Talan er um átrokandi neyðug arbeiði, tí umstøðurnar hesum viðvíkjandi eru ikki nøktandi sum er. Aðrar verkætlanir eru somuleiðis í gongd, millum annað verður nýtt standpláss til flogfør liðugt í næstum, nýggj gate verður gjørd o.a.
Tá vit í Vága Floghavn upplýsa um ferðafólkatøl er sum altíð talan um ferðandi báðar vegir. Hvør einstakur ferðandi telur tí tvær ferðir. Tey góðu 400.000 ferðandi nevnd omanfyri eru tí í mesta lagi góðir 200.000 einstakir persónar, sum fóru um flogvøllin í 2023.
Bæði í 2019, 2022 og nú aftur í 2023 hevur ferðafólkatalið um Vága Floghavn verið omanfyri 400.000. Øll nevndu ár hevur mynstrið verið ógvuliga líkt, nevniliga so, at umleið helvtin av teimum ferðandi hava verið føroyingar. Um 43% av hesum eru búsitandi í Føroyum og eini 7-8% eru búsitandi uttanlands.
Hetta merkir, at umleið 100.000 av teimum ferðandi eru føroyingar og hin helvtin, aðrar 100.000, tískil útlendingar. Tá eru sjálvandi allir útlendingar taldir við, eisini teir, sum koma til Føroya í arbeiðsørindum. Neyvar skrásetingar verða ikki gjørdar av hesum viðurskiftum, men sambært eini rættiliga eftirfarandi meting hevur talan verið um 30.000 til 35.000 av teimum ferðandi loftvegis, sum eru komin til landið í arbeiðsørindum. Her verður hugsað um til dømis handilsferðandi, handverkarar, tey, sum koma hendanveg at bora undirsjóvartunlar o.l. Hetta merkir, at fyri árini 2019, 2022 og 2023 var talan um millum 60.000 og 70.000 fólk, sum komu til Føroya loftvegis sum turistar.
Væntanir fyri 2024
Vága Floghavn hevur góðar vónir fyri 2024. Nú talið á ferðandi loftvegis aftur er komið upp á stigið vit kendu áðrenn farsóttina vænta vit, at 2024 verður nýtt metár viðvíkjandi ferðafólkatali. Umframt hetta er av álvara komin gongd á farmaflutning loftvegis, sum letur upp fyri heilt nýggjum møguleikum fyri føroyska flogvinnu og innflutnings- og útflutningsvinnu sum heild.
Á aðalfundinum í dag vórðu aðalfundarvaldu umboðini í nevndini afturvald, umframt at eigarin nýtti høvið at velja ein nevndarlim afturat. Ætlanin við hesum er serliga at styrkja um fíggjarligu førleikarnar í nevndini, nú so nógvar og stórar útbyggingar standa fyri framman. Í hesum sambandi varð Bogi Bendtsen valdur í nevndina. Bogi starvast sum deildarstjóri fyri fyrisitingina hjá SEV og hevur drúgvar royndir innan fíggjarøkið.
Nevndin hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni. Eftir aðalfundin er nevndin mannað soleiðis: Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna, Janus Rein, næstformaður, Gunn Hanusardóttir Møller, Bogi Bendtsen og Uni Danielsen eru vald av aðalfundinum, meðan Nanny Ritter Falkvard, Tórstein á Steig og Egil B. Joensen eru starvsfólkavald umboð.