29.06.2023
Vága Floghavn 60 ár - hátíðarhald
Nú 60 ár eru liðin, síðan farið varð undir regluliga flogferðslu, bjóðar Vága Floghavn øllum at vera hjartaliga vælkomin til hátíðarhald:
Leygardagin 1. juli 2023 kl. 10-14 í høllini á Giljanesi.
Har verður ein forkunnug framsýning við eldri myndum, flogvallarúterð og -búnum at síggja. Eisini verður ein filmur um Vága Floghavn vístur.
Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, fer at hugleiða um ávirkanina, flogvøllurin hevur havt á nærumhvørvið.
Vit bjóða kaffi og køku - og okkurt gott til børnini.
Hjartaliga vælkomin!