Vága Floghavn fingið viðurkenningarskriv frá Tvøroyrar kommunu
04.07.2017

Vága Floghavn fingið viðurkenningarskriv frá Tvøroyrar kommunu

Á lítlari samkomu í dag handaði formaðurin í teknisku nevnd hjá Tvøroyrar kommunu, Alvi Mortensen,  viðurkenningarskriv til Vága Floghavn, sum tøkk fyri hjálpina í samband við eldsbrunan á Varðin Pelagic hin 9. juni 2017. Jákup Egholm Hansen, rakstrarleiðari á flogvøllinum tók ímóti vegna Vága Floghavn.

F.v. Jákup Egholm Hansen, rakstrarleiðari, og Alvi Mortensen, form. í teknisku nevnd á Tvøroyri

Annar av sløkkiliðsbilunum hjá Vága Floghavn varð boðsendur at koma til hjálpar í samband við stóra eldsbrunan á Varðanum Pelagic. Sløkkiliðsbilarnir hjá Vága Floghavn eru nýggjir. Flogvøllurin keypti bilarnar í 2016, og teir eru vælútgjørdir, við stórum tangum og vatnkanónum sum røkka yvir 100 metrar. Teir munaði tí væl, tá tangar og fløskur við vandamiklum innihaldi skuldu kølast niður í samband við eldsbrunan á Tvøroyri.

Teir báðir sløkkiliðsleiðararnir á Vága Floghavn, sum fóru til Tvøroyrar við bilinum, Jákup Haraldsen og Magnus Madsen, vóru eisini við á samkomuni, har teir í stuttum greiddu Alva Mortensen, býráðslimi, og Hendrik Weihe Joensen, kommunustjóra, frá gongdini í samband við teirra lut í sløkkiarbeiðinum.

F.v. Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari, Alvi Mortensen, form. í teknisku nevnd á Tvøroyri og Magnus Madsen, undirsløkkiliðsleiðari.

Á samkomuni handaði Alvi Mortensen eisini eina viðurkenning til Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg, sum Regin Jespersen tók ímóti. Regin Jespersen, sum er fyrrverandi sýslumaður í Vágum, hevur verið sera virkin innan tilbúgvingina í Føroyum, og er eisini formaður í Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg.

”Vága Floghavn vil heldur enn fegin hjálpa til í tann mun tað ber til, tá tílíkar vandastøður takað seg upp, og tá atlit verða tikin til, at tað ikki ávirkar tilbúgvingina í samband við flogferðsluna á Vága Floghavn. Tað bar til í hesum førinum, og vit fegnast um at hava kunna hjálpt til, og ikki minst um at fáa eina viðurkenning fyri átakið”, sigur Jákup Egholm Hansen, rakstrarleiðari á flogvøllinum.

Samkoman endaði við, at Alvi Mortensen, býráðslimur, og Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri, fingu eina rundvísing á sløkkiliðsstøðini á flogvøllinum, og eina frágreiðing um tilbúgvingina har, sum ikki bert fevnir um sløkkilið til eldsbrunar, men eisini um sjóbjarging.