Vága Floghavn keypt nýggjan frakt-scannara
Trygdarkrøvini til flogvinnuna verða leypandi herd, og hetta hevur ført við sær, at Vága Floghavn hevur keypt ein nýggjan frakt-scannara.
Nýggji frakt-scannarin avloysir gamla frakt-scannarin, sum er frá 2003. Tann gamli scannarin var 100*100cm; ímeðan tann nýggji scannarin er 145*180cm.
Nýggji scannarin og inngongdin til tann gamla scannarin
Nýggji scannarin ger, at tað gongur nógv skjótari av avgreiða fraktina, tí at hon kann taka heilar plattar. Tískil er í stóran mun ikki longur neyðugt, at taka eindirnar sundur fyri at fáa tær ígjøgnum scannarin.
Eitt er at trygdarkrøvini eru herd, og eitt annað er at mongdin av farmi sum verður fluttur umvegis Vága Floghavn er í vøkstri. Higartil í ár hava flogfeløgini flutt 440 tons av farmi til og frá flogvøllinum. Somu tíð í 2016 vóru 370 tons flutt umvegis flogvøllin. Hetta er sostatt ein vøkstur á umleið 15%.