Vága Floghavn met í ferðafólkatalinum fimm ár á rað
Síðan 2010 hevur talið av ferðafólkum sum ferðast umvegis flogvøllin í Vágum sett met. Í 2010 nýttu umleið 200.000 ferðafólk Vága Floghavn. Í 2015 ferðaðust heili 276.385 fólk umvegis Vága Floghavn. Hetta er ein vøkstur á meira enn 75.000 ferðafólk. Frá 2014 til 2015 var vøksturin heili 10,4% ella gott 25.000 ferðafólk.
Vøkstur á næstan øllum leiðum
Í 2014 ferðaðust á leið 250.000 ferðafólk umvegis flogvøllin í Vágum.
Atlantic Airways stendur fyri á leið 94% av samlaða ferðafólkatalinum á flogvøllinum í Vágum.
Vøksturin í ferðafólkatalinum kemur fyrst og fremst av rutuflúgvingini hjá Atlantic Airways. Nógv tann størsta leiðin er Keypmannahavn, og síðan koma Billund og Bergen. Ísland er fjórstørsta ferðamálið. Leiðirnar til Aalborg, Edinburg og Mallorca síggja út til at hava verið góðar, ímeðan tað sær út til, at ferðafólkatalið til Barcelona er á leið tað sama í 2015, sum tað var í 2014.
Næstan framgongd allar mánaðirnar í 2015
Einans í januar og februar sæst ein lítil afturgongd. Allar hinar mánaðirnar var framgongd; og við sínum yvir 40.000 ferðafólkum, so er juli mánaði tann mánaður, sum hevði nógv flest ferðafólk. Hereftir koma august og juni. Slakasti mánaður í 2015 var februar við sínum 12.500 ferðafólkum.
Vøksturin setur krøv til umstøðurnar á flogvøllinum
”Tað er ongin ivi um, at útbyggingin av farstøðini og tænastubygningunum á flogvøllinum í 2014, kom í tøkum tíma. Tað eru ávís ting, sum vit kundu hugsað okkum vóru eitt sindur annarleiðis, men vit arbeiða leypandi við at bøta um umstøðurnar. Fyri framman liggja stórar íløgur til ger av parkeringsplássið, og til ábøtur rundan um farstøðina annars”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.
Framtíðin
Vága Floghavn metir, at 2016 verður eitt spennandi, men avbjóðandi ár fyri føroyska flogvinnu.
Vága Floghavn lækkaði ferðafólkagjaldið úr 185DKK til 165DKK í 2015 fyri at geva sítt íkast til, at samlaðu ferðaseðlaprísirnir kundu lækkað.
Vága Floghavn metir, at tað at Atlantic Airways hevur lagt seg eftir at lækka ferðaseðlaprísin seinastu árini hevur hjálpt til við at stimbra eftirspurningin. Eisini arbeiði hjá Visit Faroe Islands úti í heimi er við at tryggja ein ávísan vøkstur í ferðafólkatalinum. Tó er okkurt, sum tíðir uppá, at talið av føroyingum, sum arbeiða í eitt nú norsku óljuvinnuni er lækkandi, og tað kann vera ein avbjóðing fyri vøksturin av ferðafólkum til eitt nú Noreg.
”Arbeiði við fáa onnur flogfeløg og operatørar til at hyggja nærri at Føroyum sum eitt møguligt ferðamál heldur áfram í komandi árini”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn at enda.