Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysarum til reingerð í summar.
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysarum til reingerð í summar.
2 fólk frá 1. mai til 31. august
1 fólk frá 26. juni til 31. august
Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.
Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8 og 21, men neyðugt kann eisini verða arbeiða uttanfyri hesar tíðir.
Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.
Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.
Frítíðaravloysarar fáa ikki frí til egna feriu í avloysaratíðarskeiðnum.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind á telefon 354410 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo
Umsókn við lýsing av møguligum royndum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. apríl 2017
Ein treyt fyri at kunna arbeiða á Vága Floghavn er, at politiið góðkennir viðkomandi.
Umsókn skal sendast til:
Vága Floghavn
Flogvøllurin 6
380 Sørvágur
ella t-post: floghavn@floghavn.fo