Veðurtíðindir
13.03.2008

Veðurtíðindir

Meiri útgreinaði veðurtíðindi frá floghavnini.

Vága Floghavn hevur á síni heimasíðu víðari útgreinað tey veðurtíðindi, ið eru til taks fyri floghavnina.

Á heimasíðuni hevur í longri tíð verið gjørligt at síggja ættina, vindmegina, hitan, døggpunktið og lufttrýstið máld hvønn tíma.

Nú er gjørligt eisini at síggja mesta hita, minsta hita, sýnið og skýggjaloftið á heimasíðuni. Broytingin ber eisini í sær, at upplýsingarnar nú eru fyri hvønn hálva tíma í staðin fyri hvønn tíma. Harafturat síggjast upplýsingarnar í grafiskum myndum, ið gevur eina góða mynd av, hvussu broytingin (tendensurin) í veðrinum hevur verið seinastu 12 tímarnar.

Veðurtíðindini eru fyrst og fremst eitt ískoyti til tær veðurupplýsingar, ið flogmanningarnar hava brúk fyri, tá tær skullu til og úr Vágum. Tó kunnu fólk bæði á sjónum og á landi eisini hava gagn av hesum.