Vøksturin í ferðafólkatalinum í Vágum avtakandi
Seinastu tvey árini og fyrstu mánarnir í 2013 hevur vøksturin í ferðafólkatalinum á flogvøllinum í Vágum verið rættiliga markantur; men nú sær út til at vøksturin er avtakandi.
Vøksturin í august var einans 2.1 % ella 562 ferðafólk, um samanborið verður við august í 2012. Samlaði vøksturin higartil í ár er sostatt 5.6 % ella 8829 ferðafólk.
Færri flogtúrar ímillum Føroyar og umheimin
Ein av orsøkunum til avtakandi vøksturin kann vera at summar ferðaætlanin hjá Atlantic Airways byrjaði seinni í 2013 enn í 2012. Tó so at summarflúgvingin til London gongur inní septembur í ár. Ein onnur orsøk kann vera eitt lægri tal av flogtúrum ímillum Føroyar og umheimin.
Frá januar til august í 2012 var talið av komum og fráferðum umvegis flogvøllin í Vágum 3565. Higartil í ár er talið av komum og fráferðum 3067. Hetta er ein minking á 14 %. Havast skal tó í huga, at einki offshore virksemi hevur verið í 2013, og at hetta stóð fyri uml. 3,5 % í 2012. Væntandi verður aftur offshore virksemi í 2014.
Fyrstu sperrurnar á farstøðini settar upp
Arbeiðið at reisa farstøðina á flogvøllinum er byrjað. Talan er um 9 gittarsperrur, sum eru 1,5 metur høgar og íalt knapt 70 metur langar, og hetta arbeiðið tekur væntandi umleið 4 vikur.
Stóra takið á farstøðini verður sera eyðsýnt og sperrurnar fara at geva bygnin-ginum eitt skap sum stórir bogar. Partur av takinum kemur at virka sum hálvtak, har bussar og bilar kunnu koyra inn undir til av og á skipan, so ferðandi verða vard móti vindi og veðri.
Arbeiðið við tænastubygninginum gongur væl, og byrjað er at inniloka bygnin-gin. Eftir ætlan skulu bæði tænastubygningurin og farstøðin innilokast, áðrenn veturin kemur.
Sambært tíðarætlan verður samlaða arbeiðið liðugt á sumri 2014.