Widerøe víðkar um virksemið
Norska flogfelagið Widerøe boðar á heimasíðu síni frá, at tey frá byrjanini av mai í ár fara at økja um talið av túrum flogið verður millum Bergen og Føroyar. Sum er flúgva tey tvær reisur um vikuna, mánadag og fríggjadag. Frá byrjanini av mai verður flogið fýra ferðir um vikuna, mánadag, hósdag, fríggjadag og sunnudag.
Broytingin fer at hava heilt nýggjar møguleikar við sær, tí nú fer at bera til at ferðast bæði stutt og long vikuskifti, eins møguleiki verður fyri at gera heilt stuttar túrar.
“Hetta eru ógvuliga gleðilig tíðindi at frætta, ikki minst í hesum tíðum, nú tey flestu mest hugsa um at repa seglini”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.
Hesa tíðina síðani Widerøe byrjaði regluliga ferðafólkaflúgving í september í fjør hava vit sæð, at samansetingin av ferðafólkunum umborð hevur verið ein onnur enn tann, vit higartil hava sæð, tí lutfalsliga stórur partur hevur verið norðmenn. Hetta merkir, at felagið í stóran mun byggir sítt virksemi á egið kundagrundarlag, og hevur hetta samstundis við sær, at Føroyar sum ferðamannaland við hesum fær eitt størri grundarlag at byggja á. Eingin ivi er tí um, at hetta hevur jaliga ávirkan á bæði ferðslutølini hjá Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu sum heild., sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn at enda.
Widerøe nýtir flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina og taka tey 78 ferðandi hvønn túrin.