Innskriving

Hevur tú frammanundan biðið um stuðul í floghavnini, nýtir koyristól, gongustativ ella líknandi, er tað umráðandi at møta til innskriving í floghavnini í góðari tíð,

Hevur tú umbiðið stuðul, tá ferðaseðilin var umbiðin, vilja starvsfólk hjá flogfelagnum stuðla við innskrivingini og at avgreiða viðførið.

Starvsfólkini kunnu somuleiðis verða til hjálpar, tá farast skal gjøgnum trygdareftirlitið og út til flogfarið.

Hevur tú tørv fyri einum hjálpara til at stuðla, kann hetta lata seg gera út til útgongdina. Upplýsingar um hetta fáast hjá flogfelagnum.

El-riknir koyristólar mugu ikki havast við inn í flogfarið, men skulu í staðin innskrivast sum ferðagóðs ella farmur. I nógvum floghavnum er møguligt, ókeypis, at læna ein koyristól til brúks frá innskriving til fráferð. Flogfeløgini kunnu upplýsa, hvørjar serligar reglur eru galdandi fyri koyristólar, ið nýta annaðhvørt turrbattaríir ella vátbattaríir.

Um koyristólurin kann leggjast saman, kann hann vanliga nýtast allan vegin út til flogfarið.