Kunningardiskurin
Kunningardiskurin hjá Vága Floghavn er í innskrivingarhøllini og er opin, tá flogfør koma og fara. Har kunnu ferðandi - eins væl og vitjandi - leita sær kunning um ymisk praktisk viðurskifti, m.a. flogferðsluna, parkering á flogvøllinum, hýruvognar, leigubilar og ferðaætlanir hjá SSL. Avsláttarkortið hjá SSL, Travel Card, kann eisini keypast í Kunningardiskinum.
Ferðandi við tax-free kekkum kunnu avgreiða hesar í kunningardiskinum.
Lyklar
Kunningardiskurin kann hava lyklar í varðveitslu. Kostnaðurin fyri tænastuna er kr. 50.
Søla
Kunningardiskurin hevur eitt spennandi úrval av føroyskari designvøru, m.a. bundnar vørur frá Guðrun&Guðrun, ymiskar príðislutir frá Fosaa, trævørur frá Joel Cole, seyðaskinn frá Oikos og ymiskar føroyskar bøkur.
Eisini er møguligt at keypa sær okkurt at sløkkja tostan við og okkurt søtt.
Gloymt, burturmist ella skatt viðføri
Fyrispurningar um gloymt, burturmist ella skatt viðføri, skulu stílast beinleiðis til Atlantic Airways, tlf. 34 10 00 ella til rcbagservice[ a]atlantic.fo.
Gloymdir lutir
Hevur tú gloymt eitthvørt í Vága Floghavn, skalt tú seta teg í samband við Lost&Found, tlf. 78 44 44.
Fyri lutir, sum eru gloymdir umborð á flogfari, verður tú biðin um at seta teg í samband við flogfelagið, tú hevur ferðast við.
Atlantic Airways | tlf. (+298) 34 10 00 |
SAS | tlf. (+45) 70 10 20 00 |
Widerø | tlf. (+47) 75 53 50 10 |
Samband
Kunningardiskur
tlf. 35 44 60
fae-info[ a]fae.fo